- Avbjóðingin við yvirvekt er vorðin so stór, at vit mugu viðurkenna, at talan er um ein samfelagstrupulleika, sigur Vár Honnudóttir, fólkaheilsufrøðingur og verkætlanarleiðari fyri “Hvussu hevur tú tað?”. Tí eiga vit eisini sum samfelag at taka ábyrgd og vera við til at loysa trupulleikan við at fremja og stuðla undir fyribyrgjandi og heilsufremjandi átøk. *(Heilsukanningin "Hvussu hevur tú tað, 2023)
Vøddaminking økist alsamt hjá fólki og kemur bæði vegna aldursknýttar likamligar broytingar, men eisini vegna skeivar upplýsingar um lívsstílsmetodur, sum skulu hjálpa einum at klænka.
Styrkivenjingar og proteinríkar máltíðir eru grundleggjandi fyri vøddauppbygging. Tá man etur ov lítið av proteinum, fibrum og vitaminum, ella ynskir at brúka "klænkimedisin" sum t.d. wegovy, (eitt nú tá tað ikki er neyðugt fyri aðrar heilsutrupulleikar), er vandi fyri at ein tapir vøddamassa ístaðin fyri fiti. Langtíðar ávirkan av slíkum klænkimetodum kann gera meiri skaða enn gagn.