Til Reiðar!
  • Ert tú Til Reiðar?

  • Børn duga! Men duga børn betur enn vaksin?

    Kringvarp Føroya leitar eftir luttakarum til nýggju sendingina 'Til Reiðar!'.

    Tað serstaka við hesi sendingini er, at børn fara at kappast móti vaksnum. Og ikki bara einhvørjum vaksnum; sínum egnu vaksnu. Tað vil siga, at vit leita eftir einum barni og einum vaksnum, ið hoyra saman. Tað kann vera ein mamma, ein pápi, ein omma, ein abbi, ein gumma, ein gubbi, eitt eldri systkin ella ein, ið stendur tær nær.

    Vaksin hava nógvar fyrimunir. Tey vaksnu eru størri, tey eru sterkari, tey vita meir, og tey hava fleiri lívsroyndir. Men hava børnini so ongan kjans?
    Jú! Sært tú, kappingarnar fara allar at snúgva seg um skótaítrótt, og her fáa børnini ein stóran fyrimun. Børnini fáa nevniliga lærdóm frá veruligum skótum áðrenn kappingina. Tey vaksnu fáa onga hjálp; tey mugu klára seg við tí vitan, tey hava frammanundan.


    Ert tú millum 10-13 ár?
    Eigur tú ein vaksnan, ið tú vilt royna teg ímóti? Ert tú til reiðar?
    Eru tit til reiðar?
    Meldið tykkum so til!

    Upptøkurnar verða í mai- og junimánaði í Havn. Røðin verður frumsýnd á heysti 2026.

    Freist: 1. mai 2026

    Hava tit spurningar eru tit vælkomin at ringja á 512449

    Vit gleða okkum at hoyra frá tykkum!

  • Eitt sindur um teg

    Tann ungi
  •  / /
  • Eitt sindur um teg

    Tann vaksni
  •  / /
  • Should be Empty: